Sharapova sleppur ikki til French Open

Dopingdømda tennisstjørnan sleppur ikki við, hóast storar stjørnur mangla

Ongin Roger Federer og ongin Serena Williams. Tvær av størstu stjørnunum í tennis eru ikki við til árligu French Open. Tí var upplagt at russiska tennisstjørnan, Maria Sharapova, sum júst hevur sitið sítt leikbann fyri doping, fór at fáa eitt sokallað “Wildecard” til kappingina.

 

- Wildcard er fyri spælarar, sum koma aftur skaða. Ikki fyri spælarar, sum koma aftur frá doping, sigur Bernard Giudicelli, formaður í franska tennissambandinum.

 

Tað eru ymiskar meiningar um Mariu Sharapova og hennara dopingbann. Hon viðgongur, at hon hevur brúkt meldonium. Tað er ein heilivágur, sum eitt nú økir blóðrenslið í kroppinum. Tí verður hetta nýt til fólk, sum eitt nú hava upptakt til blóðtøpp og diabetis.

 

Hon hevur fingið leikbannið stytt og kundi fyri kortum spæla í kapping í Stuttgart í Týsklandi, har fyrireikarnir máttu tryggja sær, at hon ikki spældi ov tíðliga í kappingini, tí tá hevði hon framvegis bann.

 

Hvat hendi? (Úr grein í Sosialinum 8.juni 2016)

Tað er ein vónbrotin Maria Sharapova, sum 26. januar 2016 tapur í Australian Open fyri Serenu Williams. Tapið er tó ikki meiri enn eitt tap fyri ein tann besta kvinnuliga tennisspælaranum í heiminum nógvu seinnu árini.

 

Komin av vøllinum verður hon, eins og toppítróttarfólk so oftani, tikið til dopingroynd. Í postinum og á e-mailinum liggja nýggju ásetingarnar frá WADA, sum er heimsfelagsskapurin fyri anti-doping. Tað skal vísa seg at blíva ein dýrur umgangur fyri kvinnuna, ið hevur flest inntøkur av øllum kvinnuligum tennisspælarunum árliga seinastu ellivu árini, at hon ikki gav sær stundir at lesa nýggju ásetingarnar.

 

Kavabólturin rullar

Ein stóran mánað seinni – 7. mars – kallar Maria Sharapova og hennara lega til tíðindafund undir heldur øðrvísi fortreytum. Skjótt gerst greitt, at talan er um heilt serliga støðu.

 

Kenda smílið og lætta sinnalagið er ikki til at fáa eyga á, og til tíðir litfagra klædnavalið er útskift við eina svarta troyggju.

 

- Eg eri her fyri at boða tykkum frá, at eg fyri tveimum døgum síðani havi fingið eitt bræv frá ITF(altjóða tennissambandið, blaðm) um, at eg havi dumpað eina dopingroynd frá Australian Open, eru fyrstu orðini, ið koma frá russisku heimsstjørnuni.

 

Síðani kom ein paradurekkja av umberingum, har hon ásannar at hava fingið bæði bræv og teldubræv við nýggju ástetingum, men at tað ikki hevur eydnast henni at lesa tað. Hon biður eisini um umbering og endar við at siga, at hon ikki ynskir at enda sína yrkisleið sum tennisspælari á hendan hátt.

 

- Eg vóni, at eg fái ein møguleika at spæla tennis aftur, sigur Maria Sharapova, áðrenn kavabólturin veruliga fer á rull.

 

Í døgunum eftir valdu stuðlar sum Nike, Tag Heuer og Porsche at fyribils steðga samstarvinum við eina av førandi kvinnuligum frontfigurunum hjá teimum. Eisini velur ST at fyribils steðga samstarvinum við Mariu Sharapova sum umboðsfólk. Eftirfylgjandi hevur millum annað Nike valt at stuðla henni aftur.

 

Meldonium fyri hjartað og diabetis

Á tíðindafundinum royndi Maria Sharapova eftir besta førimuni, at vísa á hví hon hevur brúk fyri meldonium. Ein heilivágur, sum er framleiddur í Letlandi síðani 1970. Meldonium er ein heilivágur, sum eitt nú økir blóðrenslið í kroppinum. Tí verður hetta nýt til fólk, sum eitt nú hava upptakt til blóðtøpp og diabetis.

 

Heilivágurin verður fyri tað mesta bara brúkur í eysturevropa, og er millum annað bannaður av heilsumynduleikunum í USA. WADA boðaði í september frá, at heilivágurin kom á dopinglistan frá ársskiftinum.

 

Á tíðindafundinum greiðir Maria Sharapova frá, at hon fær heilivágin tí hjartað slær óregluligt og at familjan hevur ein søgu við sukursjúku. Meldonium hevur eisini heitið mildronate.

 

- Í tíggju ár havi eg fingið ein heilivág við navninum mildronate frá læknaninum hjá familjuni. Fáar dagar eftir at eg fekk brævið frá ITF, so fann eg útav at tað eisini hevur heitið meldoninum. Tað visti eg ikki, sigur Maria Sharapova á tíðindafundinum í mars mánaði 2016.

 

Hon legði afturat, at heilivágurin ikki hevur verið bannaður farnu tíggju árini, men átekur sær fulla ábyrgd av hendingini.