Leita á in.fo

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og H71 á FM1. Dysturin byrjar klokkan 18.30

Heri Simonsen 14.03.2019 (11:35)

Siga frá Kyndil-H71 klokkan 18.30 í kvøld

Ein sera týðandi dystur í stríðnum um annað FM-finaluplássið í SMS-deildini verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn í kvøld klokkan 18.30.

 

Kyndil, ið hevur 15 stig tekur ímóti H71 sum hevur 16 stig. Neistin hevur 17 stig. Neistakvinnur spæla ímóti Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík í kvøld klokkan 18.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Kyndil og H71 á FM1 í kvøld. Sendingin byrjar klokkan 18.25.

 

Øll kunnu lurta eftir frásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður við umboð fyri Kyndil og H71 koma út á in.fo tá dysturin er liðugur. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her