Leita á in.fo

Mynd: www.hb.fo

André Olsen 26.10.2016 (20:40)

Sigfríður skal venja HB

Sigfríður Skaale Clementsen skal venja HB komandi kappingarár. Hetta gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá HB á fundi í HB-húsinum fyri løtu síðani kunngjørdi nýggja venjaran.

 

Hetta er onnur ferðin at Sigfríður S. Clementsen roynir seg sum høvuðsvenjari í HB. Hann var eisini høvuðsvenjari ein stóran part av árinum 2011, umframt alt 2012, tá partarnir ikki valdu at leingja um samstarvið.

 

Síðani tá hevur Sigfríður verið venjari í fleiri ár hjá Víkingi, og í ár hevur hann vant TB síðani miðskeiðis í summar.

 

HB hevur meldað út, at felagið ætlar at vinna FM-heitið komandi kappingarár. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her