Leita á in.fo

Tróndur Arge 10.07.2018 (16:37)

Siggi: Vit skulu spæla tann perfekta dystin

Í kvøld klokkan 19 spælir Víkingur fyrra dystin í 1. umfari í Champions League móti HJK Helsinki úr Finnlandi. Talan er um sterka mótstøðu, tí HJK er topplið í finskum fótbólti og tað veit Sigfríður S. Clementsen eisini.

 

- Vit skulu spæla tann perfekta dystin, og teir skulu ikki raka dagin, so hava vit ein kjans. Tað er munur á finskum toppfótbólti og føroyskum fótbólti. Tað verða teir, sum koma at avgera hvat hendir. Leypa teir á, so  verða við trýstir, men velja teir at loyva okkum við, so spæla vit við, sigur Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá Víkingi.

 

Vil ikki siga liðið

Hóast tað bara eru nakrir tímar til dysturin byrjar, so vil venjarin ikki út við liðnum. Hann heldur ikki, at tað er neyðugt at geva mótstøðuliðnum nakað, tí hann væntar at teir fylgja væl við.

 

- Víkingur hevur í fleiri ár havt eitt lið, sum passar væl til Evropa. Eitt nú spælarar, sum hava spælt saman í fleiri ár. Vit hava mist nógvar spælarar í mun til í fjør, men vónandi klára teir royndu spælararnir at halda støðið, meðan teir nýggju kunnu gera mun, sigur venjarin hjá Víkingi.

 

Sigfríður S. Clementsen var venjari hjá Víkingi í tíðarskeiðnum 2013 til 2015. Tá kláraði Víkingur seg væl í Evropa, har liðið millum annað megnaði at koma til 3. umfar í Europa League.

 

- Afturgangandi fyri teir dystirnar hevur verið, at verjuspælið hevur riggað og at allir menn hava arbeitt hart. Nú eru nakrar broytingar í, men nú fáa vit at síggja hvussu langt vit eru komnir upp á tveir mánaðir, sigur Sigfríður S. Clementsen, ið tók við eftir Maurice Ross fyri tveimum mánaðum síðani.

 

Karl og Lava uttanfyri

Fyri Víking er Karl Løkin tøkur, eftir skiftið frá NSÍ, men hann verður væntandi ikki við frá byrjan. Hartil hevur Andreas Lava Olsen leikbann, eftir at hann bleiv útvístur í seinna dystinum móti FH úr Íslandi í fjør.

 

- Tað kom eitt sindur brádliga, at Karl Løkin bleiv ein møguleiki, men vit tóku hann inn tí vit kunnu bæði brúka hann nú, og til framtíðina. Tað kemur tó illa við, at Lava situr uttanfyri. Hann hevur mangan verið spælarin, sum við sínum kropsligu styrki hevur verið munurin, tá Víkingur hevur fingið mál, sigur Sigfríður S. Clementsen.

 

Hann sigur at enda, at vónin er at uppgerðin livir til seinna dystin. Tað merkir so, at Víkingur mesta lagi kann tapa við einum. Hann leggur tó afturat, at í Evropa ber ikki til bara at hugsa um úrslitið, tí talan er um sterkari mótstøðu.

 

- Vit kunnu ikki bara ganga eftir úrslitinum, men vit mugu avrika væl. Gera vit tað á øllum plássum, so liggur vónandi eitt gott úrslit eftir, sigur Sigfríður S. Clementsen at enda.

 

Dysturin millum Víkingi og HJK Helsinki verður á Svangskarði í kvøld klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her