Leita á in.fo

Pætur Albinus 11.09.2017 (23:47)

Sigurð bleiv nummar tvey

Føroyski pokerspælarin, Sigurð D. Carlsson, gjørdist í kvøld nummar tvey í DM í poker. Hetta var annað stóra úrslit hansara eftir at hann í mai gjørdist nummar tvey í Unibet Open í Keypmannahavn. Tá vann hann 360.000 krónur.


DM í poker varð spælt í Casino Copenhagen. Havnarmaðurin var við á finaluborðinum og var við heilt til einans tveir spælarar vóru eftir. Mótstøðumaðurin í heads up var svenski Paul Kristoffersson.


Sigurð var omaná fyri tað mesta og var ta einu ferðina ógvuliga tætt við at vinna, tá ið hann hevði áleið 80% av kipsunum og fekk hin all-in, men hann var óheppin og sviin át seg spakuliga inn á hann aftur.


Endin var eisini óheppin hjá Sigurði. Hann hevði hægsta par við góðum kickara á floppinum, men mótstøðumaðurin floppaði tvey pør. Sigurð fór við honum all-in aftaná turn, og tá ið eingin hjálp var at fáa á river, so vann Paul Kristoffersson DM-steypið og 604.040 krónur.


Sigurð D. Carlsson, sum býr í Danmark, fer tó ikki heilt tómhentur til húsa aftur. Fyri 2. plássið í kappingini vinnur hann 345.000 krónur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her