Leita á in.fo

Pætur Albinus 11.09.2017 (17:42)

Sigurð er fremstur í DM

Tað er minni enn eitt hálvt ár síðani Sigurð D. Carlsson var á finaluborðinum í Unibet Open í Keypmannahavn, har hann bleiv nummar tvey og vann 360.000 krónur.


Nú ger havnarmaðurin aftur um seg. Nú er hann aftur á finaluborðinum – hesaferð í DM, sum Danske Spil skipar fyri, og verður spælt á Casino Copenhagen.


Í løtuni eru níggju spælarar eftir, og Sigurð D. Carlsson er sokallaður chipleader – hann er tann, ið hevur flest pokerkips eftir og er tískil á odda í løtuni.


Sigurð hevur 3.300.000 kips eftir (kl.17:40), og tað svarar til 22% av kipsunum. Ricki Nielsen er nummar tvey við 2.870.000 kipsum.


Vinnarin av DM verður eftir ætlan funnin í kvøld. Vinnarin fær 600.000 krónur.


Finaluborðið verður sjónvarpað live á YouTube. Leinkjan er HER.