Leita á in.fo

Torkil Veyhe vann silvur í býarkoyringini, men lítið restaði í, at hann vann gull

Heri Simonsen 30.06.2017 (11:35)

Silvur til Torkil í býarkoyringini

Lítið manglaði í, at Torkil Veyhe vann gull í býarkoyringini í súkkling. Òeydnuvís var Torkil bert ein hálvan metur aftanfyri vinnaran, og mátti taka til takkar við silvurinum.

 

Sambært úrslitasíðuni hjá oyggjaleikunum høvdu Torkil Veyhe og vinnarin úr Saaremaa, Karl Patrick Lauk somu vinnaratíð. Teir komu á mál við tíðini ein tíma, 18 sekund og 78 hundraðpartar av einum sekundi. Men Karl Patrick Lauk var eitt eygnablunk frammanfyri, so Torkil Veyhe var so nær einum gulli, sum ein kann koma.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her