Leita á in.fo

Pætur Albinus 18.05.2017 (17:44)

Sjónleikur gevur leikbann

Framyvir fer tað at fáa avleiðingar, um tú roynir at gera sjónleik í Premier League. Tað hevur enska fótbóltssambandið, FA, avgjørt á aðalfundi í dag, skrivar BBC.


Um ein leikari roynir at vinna sær fyrimun og at snýta dómaran við at gera sjónleik, so kann hetta frá næsta kappingarári at rokna revsast við upp til tveir dystir leikbann.


Tað verður ein nevnd, samansett við fyrrverandi dómarum, venjarum og leikarum, sum hvønn mánadag fer at eftirhyggja dystir og meta um nakað leikbann skal gevast fyri sjónleik.


Í Skottlandi hevur hendan mannagongdin verið í brúk seinastu seks árini, og har hevur tað verið væl móttikið. Tað verður tað helst eisini í Onglandi, nú nýggja uppskotið er viðtikið.


Sambært Independent, so hava English Football League, League Mangagers Association, Professional Footballers Association og Premier League øll víst sín stuðul fyri uppskotinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her