Leita á in.fo

Petur Asbjørn Lervig fer at gera upptaktssamrøður fyri Rás2, sum fara at verða sendar ein tíma undan hvørjum effodeildarumfari tað, sum eftir er av kappingarárinum

Heri Simonsen 18.08.2017 (16:15)

Skal gera effo-upptaktssamrøður fyri Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin, har prátað var við Petur Asbjørn Lervig úr Leirvík, sum er nýggi maðurin í ítróttartoyminum hjá Rás2.

 

Petur Asbjørn Lervig kemur at standa fyri upptaktssamrøðunum, sum verða at hoyra ein tíma undan hvørjum effodeildarumførunum, sum verða tað sum eftir er av kappingarárinum.

 

Klokkan 14 til 15 sunnudagin verða fleiri upptaktssamrøður, sum Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt at hoyra á Rás2. Tær flestu eru bandaðar, men nakrar verða eisini beinleiðis.

 

Allar tær bandaðar samrøðurnar verða lagdar út á eina grein á in.fo klokkan 13.40 sunnudagin, so tey sum ikki fáa lurtað eftir Rás2 beinleiðis hava eitt høvið at hoyra samrøðurnar.

 

Á hesari ljóðfíluni hoyra vit ein part av einari longri upptaktssamrøðu, sum Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við næstformannin í ÍF, Leif André Eliasen. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her