Leita á in.fo

Høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen er sera fegin um, at hansara menn reistu seg aftaná vónbrotið ímóti TB/FCS/Royn á heimavølli farna mikukvøld

Heri Simonsen 18.06.2017 (21:20)

Skála reisti seg aftaná vónbrotið farna mikukvøld

Farna mikukvøld gjørdist ein hálv marra hjá Skála, tí við 11 ímóti 9 monnum megnaðu teir bert javnleik 2-2 ímóti TB/FCS/Royn á heimavølli.

 

Tí var høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen sera fegin um aftursvarið hann fekk frá sínum monnum í dag, tá Skála vann ein flottan 2-1 sigur á HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Paula Poulsen greiða frá 2-1 sigrinum hjá Skála ímóti HB fyrr í dag.