Skilja ikki MMA

ÍtróttarSosialurin: Tað sigur Fróði V. Hansen um atfinningarsomu røddurnar

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, er samrøða við Fróða V. Hansen, sum um vikuskiftið luttók í Mixed Martial Arts tiltakinum í høllini á Hálsi.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Tey skilja ikki MMA, sigur Fróði V. Hansen, um atfinningarsomu røddirnar, ið halda at MMA bara er harðskapur.

 

Í ÍtróttarSosialinum kanst tú eisini lesa um pátrúgv og Sámal Erik Hentze, ið áðrenn hvønn dyst bakkar á bygdaskýlið í Gundadali. Spælarametingar eru frá bæði dystinum í Klaksvík millum KÍ-B36 og Víking-HB.

 

Eisini er samrøða við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum fríggjakvøldið var á leikvøllinum, tá liðfelagin Patrick Ekeng brádliga small lívleysur í vøllin og doyði. – Tað er óveruligt, at hann er deyður, sigur føroyski landsliðsspælarin.

 

Astrið Foldarskarð svarar fimm spurningum, meðan MMA setur sín dám á quzzina og ummælið á síðu 3. Umframt tað, so eru eisini stuttsøgd tíðindini úr bæði føroyska og altjóða ítróttarheiminum.