Skipar fyri og kappast eisini

OYGGJALEIKIR: Björn Erikson samskipar kappingina í badminton, og er eisini partur av gotlendska badmintonhópinum

Ein av mongu fólkunum, sum stríðast fyri at oyggjaleikirnir í Gotland skulu gangast væl er Björn Erikson.

 

Björn Erikson er verandi oyggjaleikameistari í blandaðum tvímansleiki í badminton. Björn Erikson er høvuðssamskipari av oyggjaleikakappingini í badminton, og samstundis kappast hann eisini, sum má sigast at verða rættiliga sjáldsamt. Björn Erikson er glaður fyri, at baklandið hjálpir og stuðlar honum.

 

Í Rackethallen í Visby hava tey gjørt tað forkunnuga, at tey hava hongt venjingartroyggir og troyggir frá hinum oyggjaleikaoyggjunum á ein snór í badmintonhøllini.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2/in.fo gjørdi við Björn Erikson úti í Rackethallen í Visby ígjár aftaná Björn Erikson og gotlendsku liðfelagarnir høvdu tapt ímóti Føroyum.