Leita á in.fo

Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Tór Næs taptu saman við liðfeløgunum í ÍBV 3-6 ímóti KA á Akureyri í dag

Heri Simonsen 16.07.2017 (18:55)

Skrædl hjá Jónasi og Kaj Leo

Jónas Tór Næs var við allan dystin, og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk seinasta hálva tíman á vøllinum, tá lið teirra, ÍBV tapti heili 3-6 ímóti KA á útivølli á Akureyri í dag. Tá ein tími var farin fekk Jónas Tór Næs tað gula kortið fyri at forða Asgeir Sigurgeirsson hjá KA í einari álopsstøðu hjá KA.

 

ÍBV fekk annars eina dreymabyrjan í dystinum. Við tveimum skjótum málum, sum vóru skotin í 13. og í 14. minutti kom ÍBV á odda 2-0, og var á sigurskós. Gunnar Heiðar Þorvaldsson var á blettinum og skoraði bæði málini.

 

Men tað gingu bara fýra minuttir, so hevði KA minkað um munin til 1-2. Beint undan steðginum fekk KA tvey mál, og var á odda 3-2 tá fyrri hálvleikur var liðugur. Bert sjey minuttir inni í seinna hálvleiki økti KA til 4-2, og so var mótbrekkan brøtt hjá ÍBV. Seinastu løtuna økti KA til 5-2 og til 6-2, so talan gjørdist um eitt skrædl hjá eyjamonnum. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Arnór Gauta Ragnarssyni at minka um munin til 3-6. 

 

Morgunblaðið heldur í dystarfrásøgnini, at tað var bara gott skil á ÍBV tað fyrsta korterið av dystinum. 

 

Komandi sunnudag spælir ÍBV botndyst á útivølli ímóti Fjølnir. 

 

FH spælir ikki hetta vikuskiftið. Alt fokus er á uppgávuna ímóti Víkingi á Tórsvølli komandi týskvøld klokkan 19. 

 

Støðan í pepsideildini:

 

1Valur1063116:921
2Grindavík10631   16:1121
3FH1145219:1517
4KA1143423:1715
5Stjarnan10  43320:1515
6Víkingur Reykjavík1043316:1415
7Breiðablik1133514:1812
8KR932413:1511
9ÍBV1132614:2311
10Víkingur Ólafsfjørður1031611:1810
11ÍA1023519:219
12Fjölnir92348:139

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her