Leita á in.fo

Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum kom á gøturnar í dag

Tróndur Arge 09.01.2017 (19:15)

Skúli og ítróttur mugu spæla saman

Pál Vitalis Joensen bleiv studentur í 2012, eftir at hava lokið prógv á studentaskúlanum í Hovi. Talan var um serliga skúlagongd, sum vardi yvir fýra ár, heldur enn tey vanligu trý. Hann er sannførdur um, at skúli og ítróttur kunnu ganga hond í hond.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Tá tú venur á heimselitustigi, so verður tú við vanligari skúlagongd antin noyddur at fara tíðliga upp, ella venja seint á kvøldi. Tað slapp Pál Vitalis Joensen undan við síni skúlagongd, tí hon bleiv tillagað venjingini.

 

- Eg var lutfalsliga gamal, tá eg fekk mítt studentaprógv, tí tað tók eitt ár longi enn hjá hinum, men tað gav tað mær góðar møguleikar. Eg havi havt ágóðan av tí, sigur Pál Vitalis Joensen, sum hevur øll árini í studentarskúlanum vant á elitustigi.

 

Tað eru tekin um, at føroyska skúlaverkið er sinnað at spæla við á ávísum økjum. Millum annað hevur Kommunuskúlin í Havn roynt seg við fótbóltsflokki. Vágbingurin er takksamur fyri hjálpina og vælvildina, hann fekk frá lærarum og skúlastjóra í Hovi. Eitt nú bleiv skemaðið lagt soleiðis, at hann bara hevði tímar mitt á degnum. Tað heldur hann er ein fyrimunur, men ásannar at tað er ikki vist, at øll eru eins heppin og hann.

 

- Fólk hava av sínum eintingum hjálpt mær, meðan onnur møguliga ikki hava tað eins lætt. Skúlin í Hovi er lítil og onknuntíð hava tey hugt millum fingarnar, tá eg møguliga havi verið nógv vekk. Tað er ein møguleiki eg haldi at vit skulu hava í Føroyum. Høvdu vit kunna lagt tað í fasta legu, so hevði tað givið ein stóran fyrimun fyri føroysk ítróttarfólk, heldur Pál Vitalis Joensen fyri.

 

Hann leggur dent á, at vit mugu tora at halda tað er í ordan, at ítróttarfólk fáa sersømdir, so tey kunnu røkka langt í ítrótti.

 

- Fyri tíggju árum síðani høvdu fólk sikkurt hildið, at tað er løgið, men í dag hugsa vit øðrvísi, sigur Pál og vísir til Team Danmark.

 

Hann vísir eisini á menn sum Óla Mortensen og Alva Hjem, sum í dag eru elitusvimjarar og undir útbúgving í Danmark.

 

(Brot út grein, sum er í Sosialinum í dag)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her