Leita á in.fo

Pætur Albinus 12.03.2018 (19:25)

Skulu vera við í avgerðini

Málrevurin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, fekk eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, bæði persónliga og saman við liðnum, tá hann í gjár skeyt tvey mál í greiða 4-0-sigrinum ímóti TB/FCS/Royn.


Mong hava spátt NSÍ at vera ein av FM-favorittunum í ár, men hóast góða tilgongd, so fæst NSÍ-liðformaðurin ikki beinleiðis til at siga, at FM er greiða málið.


- Vit hava fingið royndar spælarar afturat, sum bæði styrkja og breiðka um hópin. Vit vilja spæla við, tá ið kappingin skal avgerast. Tað er málið, sigur Klæmint.


Klæmint A. Olsen er partur av “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá hesum fyrsta dystinum í árinum, hvussu tað er at hava Sámal Erik Hentze sum venjara og hvørji lið hann metir vera góð boð upp á ein komandi føroyameistara.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her