Leita á in.fo

Ugo Ehiogu (t.v.), her í dysti fyri Aston Villa

Danjal av Rana 21.04.2017 (10:58)

Small um á vøllinum

Fyrrverandi enski landsliðsspælarin Ugo Ehiogu doyði í nátt, bert 44 ára gamal. Hann var í gjár til arbeiðis á venjingarvøllinum hjá Tottenham, har hann starvast sum U23-venjari, tá hann small um av einum hjartatilburði.

 

Hann bleiv fluttur á sjúkrahúsið, men í morgun váttar felagið, at hann doyði tíðliga í morgun.

 

Ugo Ehiogu spældi fýra landsdystir fyri Ongland. Tey 20 árini hann var virkin sum fótbóltsleikari, spældi hann fyrst og fremst í Aston Villa og Middlesbrough. Hann hevur vunnið League Cup við báðum feløgunum og spældi við Aston Villa í FA Cup finaluni í 2000. Hann hevur eisini spælt við Weest Brom, Glasgow Rangers, Leeds og Sheffield United. Í 2014 gjørdist hann partur av venjaratoyminum í Tottenham.