So byrja badmintonkappingarnar aftur

Havnar badmintonfelag og Badmintonsamband Føroya, bjóða komandi vikuskiftið 23 og 24 september, til Bank Nordik  Open 2017.

 

Hetta er fyrsta Grand Prix kappingin av tilsamans 5 Grand Prix kappingum, sum eru á skránni hetta kappingarári, sum gongur fram til Apríl 2018.

 

Hendan fyrsta kappingin verður í badmintonhøllini í Tórshavn.

 

Spælt verður í U11, U13, U15, U17 og vaksin.

 

Áhugin at spæla badminton er sum heild stór, og stór tilgongd er av ungir leikarum, so vantandi vera nógvar spennandi kappingar í vetur.

 

Meir um skránna og kappingar, sæst hjá Badmintonsamband Føroya, BSF.fo