So fall Real Madrid

Eftir 40 dystir uttan tap fullu Real Madrid og Cristiano Ronaldo

Real Madrid setti hóskvøldið spanskt met, tá liðið spældi dyst nummar 40 uttan at tapa, tá teir spældu 3-3 á útivølli móti Sevilla í steypakappingini. Í kvøld vóru teir aftur í Sevilla, men hesa ferð tapti Real Madrid 2-1.

 

Høvðusstaðarfelagið var annars leikliga omaná og kom á odda. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Real Madrid fekk brotsspark, sum heimaáskoðararnir ikki vóru heilt samdir í. Cristiano Ronaldo, sum annars ikki spældi so væl, umsetti trygt úr 11 metum.

 

Seint í dystinum gjørdi Real Madrid liðskiparin, Sergio Ramos sjálvmál. Hann er uppvaksin í Sevilla, men er í dag illa dámdur av fyrrverandi heimaáskoðarunum. Í yvirtíðini skoraði Stevan Jovetic til 2-1 til Sevilla. Hann er júst leigaður frá Inter Milan úr Italia.

 

FC Barcelona vann í gjár lættan 5-0 sigur á Las Palmas. Luis Enrique spardi fleiri spælarar og móti endanum blivu fleiri teirra eisini útskiftir. Real Madrid er tvey stig frammanfyri Barcelona, og hevur spælt ein dyst færri.

 

1

Real Madrid

17

12

4

1

46

16

30

40

2

Sevilla

18

12

3

3

38

22

16

39

3

Barcelona

18

11

5

2

47

17

30

38

4

Atletico Madrid

18

10

4

4

32

14

18

34

5

Villarreal

18

8

7

3

26

12

14

31

6

Real Sociedad

17

9

2

6

28

25

3

29

7

Athletic Bilbao

18

8

4

6

22

19

3

28

8

Celta Vigo

18

8

3

7

29

32

-3

27

9

Eibar

18

7

5

6

25

24

1

26

10

Las Palmas

18

6

6

6

27

29

-2

24

11

Espanyol

18

5

8

5

22

25

-3

23

12

Alaves

18

5

7

6

15

18

-3

22

13

Malaga

17

5

6

6

26

29

-3

21

14

Real Betis

18

6

3

9

20

30

-10

21

15

Deportivo La Coruna

18

4

6

8

23

28

-5

18

16

Leganes

18

4

5

9

13

29

-16

17

17

Valencia

17

4

4

9

26

33

-7

16

18

Sporting Gijon

18

3

3

12

19

37

-18

12

19

Granada

18

1

7

10

15

39

-24

10

20

Osasuna

18

1

6

11

17

38

-21

9