So reyk enn ein Premier League venjari

Í kvøld hevur enn eitt Premier League felag sparkað venjaran

Aston Villa hevur í fyri løtu síðani koyrt venjaran, Paul Lambert. Aston Villa tapti í gjár 2-0 fyri Hull City og liggur undir niðurflytingarstrikuni.

 

Tað boðar Aston Villa frá í tíðindaskrivi, har tað eisini stendur, at Scott Marshall og Andy Marshall, sum eru í venjaratoyminum, taka við fyribils. Felagið vil ongar viðmerkingar gera til hvør avloysir Paul Lambert.

 

45 ára gamli skotin hevur verið venjari hjá Aston Villa síðani 2012. Onkrar veddingarfyrtøkur hava longu nú fyrrverandi Tottenham venjaran, Tim Sherwood, sum favoritt at verða nýggjur venjari.