Leita á in.fo

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah hevur júst skorað til 3-0 til Liverpool

Tróndur Arge 09.02.2019 (16:52)

So riggaði hjá Liverpool aftur

Liverpool vann í dag 3-0 á AFC Bournemouth í Premier League. Sadio Mané, Georginio Wijnaldum og Mohamed Salah skoraðu málini fyri Liverpool, sum nú er trý stig fremst í Premier League.

 

Tað var eitt ávíst trýst á Liverpool í dag. Liðið hevur spælt tveir dystir javnar, meðan Manchester City hevur yvirhálað Liverpool við sigri á Everton í miðvikuni. Eins og seinastu tveir dystirnar, so legði Sadio Mané Liverpool á odda í fyrra hálvleiki.

 

Hesa ferð megnaði Liverpool tó at økja um leiðsluna. Fyrst við hegnisligum máli frá Georginio Wijnaldum, og í seinna hálvleiki við máli frá Mohamed Salah. Liverpool er nú trý stig fremst í Premier League.

 

Aðrastaðni vann Arsenal 2-1 á útivølli móti Huddersfield, meðan Watford vann 1-0 á Everton og gamla venjaranum, Marco Silva.

 

Premier League 26. umfar:

Fulham 0 – 3 Manchester United

Crystal Palace 1 – 1 West Ham United

Huddersfield Town 1 – 2 Arsenal

Liverpool 3 – 0 AFC Bournemouth

Southampton 1 – 2 Cardiff City

Watford 1 – 0 Everton

Brighton & Hove Albion - Burnley

Í morgin:

Tottenham Hotspur - Leicester City

Manchester City - Chelsea

Mánakvøldið:

Wolverhampton Wanderers - Newcastle United


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her