So tapti H71

Eftir 12 sigrar á rað er H71 ikki longur ósigrað. Tað syrgdi StÍF fyri í kvøld.

Eftir 12 sigrar á rað er H71 ikki longur ósigrað í bestu mansdeildini í hondbólti. Tað syrgdi StÍF fyri í Hoyvíkshøllini í kvøld.


Tað gekk javnt á fyrstu løtuna, men StÍF stakk síðani avstað og legði seg á odda 6-3. Hóast H71 megnaði at javna aftur, so var tað StÍF, sum aftur kom á odda og slapp til hálvleiks á odda 13-10.


Í seinna hálvleiki megnaði StÍF at varðveita leiðsluna. Hóast H71 minkaði heilt niður í 17-18, so komu teir ongantíð ájavnt við StÍF, sum eftir lítlari løtu økti til 17-21.


Síðstu løtuna var H71 aftanfyri við tveimum, men hóast teir vóru í yvirtali, so eydnaðist tað ikki at gagnnýta hesa yvirtalsstøðu, sum endaði málleys. StÍF vann at enda dystin 22-21.


Fyri H71 hevur tapið helst ikki so nógv at siga, tí eftir 12 sigrar á rað eru teir greitt oddalið við níggju stigum niður til KÍF. StÍF fekk hinvegin tiltrongd stig, og eru teir nú einans tvey stig aftanfyri KÍF í kapping um seinna FM-finaluplássið.