Leita á in.fo

Jóannes Hansen 24.09.2017 (17:45)

Søren: Hetta var heilt ófatuligt

Máltalvan segði 4-3, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð á Dungasandi í Sørvági.

Illa sperda 07 Vestur vann harvið 4-3 ímóti B36, sum undan hesum dystinum var á silvurplássi.

-Hetta var heilt ófatuligt. Vit megnaðu fýra ferðir at leggja okkum framum ímóti B36. Vit vóru sera hepnir, og vit vístu framúr hugburð,. Higartil hava vit dúvað nógv uppá at vinna nógvar nærdystir, men í dag megnaðu vit at spæla okkum til møguleikar. Nú hava vit tríggjar dystir, og vit fara heilt víst at gera okkara, sigur Søren B. Nielsen hjá 07 Vestur, sum skoraði eitt mál.

Hini trý skoraði John Fredriksen, sum nú hevur skorað seks mál í tveimum teimum seinastu heimadystunum:

-Alt tað, sum hann nú hevur við at gera, endar við máli, so tað er framúr hugaligt hjá hesum unga og evnaríka spælaranum, sigur Søren B. Nielsen.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 datt niður á triðja plássið – tað er eitt stig fram til KÍ – og 07 Vestur er framvegis seks stig og verri málmun frá Suðringum og EB/Streymi.

-Vit høvdu nógvar møguleikar at vinna, men vit raktu stólparnar og skutu við síðuna av, so vit eru ógvuliga vónbrotnir. Vit restaðu fleiri av lyklaspælarunum, og tað kostaði. Vit fluttu Odmar Færø úr verjuni og longri fram. Tað kostaði í verjuni, og vit høvdu neyvan gjørt tað aftur, um vit fingu møguleikan aftur, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her