Soleiðis verða hálvfinalurnar leiktar

Hálvfinalurnar verða mikukvøldið, hóskvøldið, sunnudagin og møguliga mikukvøldið aftur


Bartal Klein Olsen og Kyndil ynskja sær fáa hevnd fyri steypafinaluna móti Neistanum

Bartal Klein Olsen og Kyndil ynskja sær fáa hevnd fyri steypafinaluna móti Neistanum

Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at hálvfinalurnar í landskappingini hjá monnum verða ímillum H71 og VÍF íaðrari hálvfinaluni og ímilum Neistan og Kyndil í hinari.

 

Les eisini: H71 valdi VÍF

 

Feløgini og HSF hava í felag fingið lagt leiktíðirnar, og tær vera leiktar soleiðis at fólk hava møguleika at síggja allar dystirnar við góðum vilja.

Skráin sær soleiðis út:

 

Mikudagin 20. mars
Kl. 20.00 hálvfinala 1: VÍF – H71 (Høllin í Vestmanna)

Hósdagin 21. mars
Kl. 20.00 hálvfinala 1: Kyndil – Neistin(Høllin á Hálsi

Sunnudagin 24. mars
Kl. 16.00 hálvfinala 2: H71 – VÍF (Hoyvíkshøllin)
Kl. 18.00 hálvfinala 2: Neistin – Kyndil (Høllin á Hálsi)

 

Spælt verða upp í tríggjar dystir. Dystirnir skulu avgerast. Tað merkir at tað verður longd leiktíð um dysturin endar javnur, og brotskastskapping um tað framvegis stendur á jøvnum.

Málúrtøkan hevur ikki týdning. Tað snýr seg um at vera fyrst at vinna tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst, verður ein triðja hálvfinala leikt Mikudagin 27.mars. Tá eru tað H71 og Neistin, ið eiga heimavøll. Klokkutíðin verður avgjørd eftir seinnu hálvfinalurnar, um tað verður neyðugt.