Sonni: Eg eri stoltur av dreingjunum

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjarin hjá føroyska U21-landsliðnum taka samanum góða avrikið ímóti Fraklandi

- Eg eri ótrúliga stoltur av dreingjunum, hetta slær høvuðsvenjarin hjá U21-landsliðnum, Sonni Larsen fast aftaná tepra 25-28 tapið hjá ímóti Fraklandi í HM-áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum í Algeria.

 

- Frakland er líka eina tonn betur enn vit, og teir vinna uppiborið, staðfestir Sonni Larsen.

 

Nú verður seinasta uppgávan hjá Sonna Larsen at seta U21 landsliðsspælararnar upp til seinastu uppgávuna, dystin ímóti Svøríki, sum verður klokkan 14 í morgin. Føroyar og Svøríki møtast, tí talan er tveir teir ringastu 4´arnir úr bólkaspælinum, sum hava tapt í áttandapartsfinalunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná minniliga dystin ímóti Fraklandi.