Sonni Ragnar hevur skift felag

Føroyski landsliðsleikarin spælir ikki við FH Hafnarfirði aftur hetta kappingarárið.

Føroyski landsliðsleikarin, Sonni Ragnar Nattestad, sum hevur havt ógvuliga ilt við at sleppa framat hjá íslendsku meistarunum í FH Hafnarfirði, er loksins vorðin leysur av felagnum – í øllum førum fyribils.


FH Hafnarfjørður boðaði herfyri frá, at roynt varð at leigað Sonna Ragnar út til annað felag. Hetta nú eydnast.


Les eisini: Kaj Leo til meistaralið


Sonni Ragnar hevur skift FH út við Fylkir, sum í løtuni er á næstaftasta plássi í bestu íslendsku deildini. Tað váttar felagið sjálvt. Talan er um ein leigusáttmála, ið er galdandi restina av kappingarárinum.

 

Sonni Ragnar vandi í gjár við FH fyri seinastu ferð á hesum sinni, og í dag hevur hann vant við nýggju liðfeløgunum í Fylkir. Felagið heldur til í eystara parti av Reykjavík og hevur fyrrverandi íslendsku verjukempuna, Hermann Hreiðarsson, sum venjara.


Reglulig spælitíð hevur av álvara manglað hjá 21 ára gamla miðverjuleikaranum, síðani hann í fjør varð leysgivin av sáttmálanum við FC Midtjylland, men nú røkist fyri, at hann loksins sleppur at spæla fast.