Sonni Ragnar kom ov seint til FC Midtjylland

- Hyggur tú eftir rátaletinum, so hevur hann líka stórt talent sum Simon Kjær

Glen Riddersholm, sum um vikuskiftið hevði fyrilestur í Fótbóltssambandinum, hevur útmerkað seg sum góður venjari, men eisini sum ein góður leiðari. Hann tekur sær ikki bara væl av spælaranum, men eisini menniskjanum handan spælaran. Frá 1999 til 2006 vandi hann fleiri ungdómslið hjá FC Midtjylland, sum hevur fótbóltsskúla knýttan at felagnum.

 

(Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum 30. apríl)

 

Ein skúli, sum telur spælarar sum Sonna Ragnar Nattestad, Hanus Sørensen og Jákup Thomsen, sum allir hava spælt á ymiskum føroyskum landsliðnum. 

 

Les eisini: Vit framleiða ikki vinnarar

 

Hann vísti millum annað á trupulleikarnar við Sonna Ragnar Nattestad, sum á sinni fekk ein fimm ára sáttmála frá felagnum, men síðani bleiv útleigaður, har hann ikki møtti til vejning í millum annað AC Horsens.

 

- Tað er ergiligt, at hann kemur so lutfalsliga seint til FC Midtjylland. Vit broyttu hann og royndu at læra hann at liva sum ein yrkisfótbóltsspælari, men tað hekk ov nógv við frá uppvøkstrinum, sigur Glen Riddersholm, meðan hann situr við stóra fundarborðið í Fótbóltsambandinum.

 

- Hyggur tú eftir rátaletinum, so hevur hann líka stórt talent sum Winston Reid (West Ham) og Simon Kjær (Sevilla), men teir eru kominir í fótbóltsumhvørvið fyrr. Har hevur Sonni Ragnar tíverri ikki lært fortreytirnar fyri, at kunna fáa fulla nyttu burturúr sínum taletin, sigur Glen Riddersholm.

 

Hann leggur afturat, at hann gleðist um at føroyski miðverjin nú spælir fast í næstbestu deildini í Noreg. Hann væntar tó ikki, at miðvingurin kann røkka somu hæddunum sum fyrr nevndu fótbóltsspælararnir, tí hann er nøkur ár aftanfyri í menningini.