Sonni Ragnar skaddur

Landsliðsmiðvejrin er til skanning í dag

Føroyski landsliðmiðverjin í Molde er í løtuni til skanningar, eftir at hann hevur meiðslað sær hælsinuna. Í ringasta føri, so er talan um drúgvan skaða, ið ger at Sonni Ragnar Nattestad ikki spælir komandi landsdystirnar.

 

Les eisini: Brandur hevur slitið krossbandið

 

Hetta kemur illa við, tí hann hevur júst skift til Molde, sum spælir í bestu deildini í Noreg. Sonni Ragnar Nattestad hevur verið partur av besta liðnum í uppstartinum, men nú er ein møguleiki fyri, at hann ikki spælir so nógv í bryjanini av tippuliguni, ið byrjar fyrst í apríl.

 

Í næstum fast at vita hvussu álvarsligur skaðin er. Sæð við landsliðsbrillum, so er hetta annar álvarsligi skaðin innan stutta tíð. Fyri einari viku síðan sleit Brandur Hendriksson Olsen krossbandið, og skal sita uttanfyri tað mesta av einum ári. Somuleiðis hevur Fróði Benjaminsen leikbann til dystin í Andorra, sum verður 25.mars.