Sonni Ragnar skiftur aftur felag

Landsliðsmiðverjin hevur skift til danskt felag

Norska felagið, Molde FK, boðar í dag frá, at Sonni Ragnar Nattestad hevur skift til Fc Fredericia í næstbestu deildini í Danmark. Talan er um ein sáttmála, sum er galdandi í tvey og eitt hálvt ár.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur tvær ferðir verið útleigaður frá Molde FK. Fyrst til Aalesund í næstbestu deildini í Noreg, og seinast til AC Horsens í Superliguni í Danmark. Skaðar gjørdu sítt til, at miðvingurin fekk eina torføra byrjan í Noreg. Hann spældi ongan dyst fyri besta liðið.

 

Í FC Fredericia kemur Sonni Ragnar Nattestad at spæla undir Jonas Dal Andersen. Hann var í venjaratroyminum, tá Sonni Ragnar Nattestad á sinni skifti til FC Midtjylland. FC Fredericia er við í uppflytingarstríðnum í næstbestu deildini, og er hevur samstarv við FC Midtjylland.