Sonni Ragnar venur aftur

Landsliðið: Tað er ivasamt um Sonni Ragnar verður tøkur

Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki spælt í skjótt eitt hálvt ár, eftir at hann fekk álvarsligar trupulleikar við hælsinuni, sum so gott sum slitnaði. Hann venur nú aftur við Molde, men dugur ikki at siga, um hann verður klárur til landsdystirnar móti Portugal og Andorra.

 

- Eg eri i fullari venjing nú og venji eyka. Nú skal eg bara koma ordiliga í form og læra nýggju spælskipanina, sum vit koyra her. Eg vænti at verða dystarklárur um tvær til tríggjar vikur, men eg veit ikki um tað rætt at fara við landsliðnum nú. Eg má fyrst og fremst fáa nakrar dystir her, sigur Sonni Ragnar Nattestad.

 

Longu nú er greitt, at Brandur H. Olsen ikki verður tøkur, meðan Hallur Hansson enn ikki hevur verið á vøllinum, eftir eina skurðviðgerð í fótinum. Jóan Símun Edmundsson hevur eisini havt trupulleikar, men spælir aftur og er tøkur. Hann sat yvir móti Sveis við leikbanni.

 

Landsliðið spælir móti Portugal 31. august og á Tórsvølli móti Andorra 3. septembur.