Leita á in.fo

Myndin niðast til vinstru er av hondini hjá pápa og soni, og til høgru sæst pápin tá ið hann skoraði.

Pætur Albinus 14.11.2017 (07:05)

Spældi dystin við djúpari sorg

Tað vóru tung boð, sum Marquise Goodwin hjá amerikanska fótbóltsliðnum, San Francisco 49ers, fekk undan dystinum ímóti New York Giants sunnukvøldið. Klokkan fýra sama morgun, sum dysturin skuldi spælast, mistu hann og konan, Morgan Goodwin-Snow, son teirra. Hann varð føddur eftir einans 19 vikum og var deyðføddur.


Hóast djúpu sorgina, so valdi Marquise Goodwin at spæla við í dystinum ímóti New York Giants seinni sama kvøld. Goodwin fekk eitt touchdown (mál) í 31-21-sigrinum, og í málfagnaðinum legði hann seg á knæ og sendi eina heilsu upp ímóti himlinum. Goodwin avdúkaði ikki fyrr enn eftir dystin, at tey høvdu mist sonin.


- Eg vil nýta høvið at inniliga takka teimum, sum bóðu fyri Morgan (konuni, red.) og mær, nú hon var við barn. Tíverri mistu vit lítla sonin vegna sjúku og trupulleikar, og vórðu noydd at lata hann føða ov tíðliga um 4-tíðina í morgun, boðaði Marquise Goodwin frá í einum boðum á sosiala miðlinum, Instagram, stutt eftir dystin.


- Hóast pínuna, so eri eg takksamur fyri upplivingina og at Gud hevur signað meg við einari so djarvari og seigari kvinnu sum Morgan. Tann kropsliga, sálarliga og kensluliga pínan, ið hon hevur verið ment at bera, er ótrúlig. Vælsignaðu biðið fyri Goodwin-familjuni, skrivaði hann afturat viðheftu myndini (omanfyri) av pinkulítlu hondini hjá soninum.


Marquise Goodwin átti í dystinum ein stóran leiklut í, at San Francisco fekk ársins fyrsta sigur eftir heili níggju tap á rað, og venjarin hjá liðnum, Kyle Shanahan, sum var ein av teimum fáu, ið hevði fingið tíðindini at vita undan dystinum, heiðraði eisini Goodwin á tíðindafundi í gjár.


- At ein maður klárar seg ígjøgnum slíka pínu, at hava so nógvar kenslur í dystinum og at hava sovið so lítið áðrenn dystin, men hóast alt at møta upp, gera ein stóran mun og vera avgerandi, tað sigur nógv um mannin, segði venjarin.


Marquise Goodwin er 26 ára gamal, og konan, Morgan Goodwin-Snow, er 24 ára gomul. Hon er rennari og hevur áður vunnið gull í ungdóms-HM í 60- og 100 metrum forðarenning. Hetta var fyrsta barn teirra, og tey hava valt at uppkalla sonin eftir pápanum. Hann eitur tí Marquise yngri.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her