Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 13.06.2018 (14:51)

Spania nýggjan venjara: Skoraði móti Føroyum

Í morgun varð venjarin hjá spanska fótbóltslandsliðnum sekkjaður. Julen Lopetegui skrivaði mánadagin undir 3 ára sáttmála við Real Madrid, har hann skal taka yvir eftir HM-endaspælið. Hetta fekk øði í spanska fótbóltssambandið, sum gav venjaranum fótin dagin fyri, at HM-endaspælið byrjar í Russlandi.

Nú er greitt, at Fernando Hierro verður nýggjur landsliðsvenjari. Hann hevur seinastu tíðina røkt starv sum ítróttarstjóri í spanska fótbóltsambandinum, og áður hevur hann vant Oviedo og verið hjálparvenjari hjá Real Madrid.

Fernando Hierro er 50 ára gamal. Hann er ættaður úr Málaga, men verður sum virkin fótbóltsspælari serliga settur í samband við Real Madrid, har hann spældi fleiri enn 400 dystir. Hann spældi eisini 89 landsdystir fyri Spania – ein av teimum var á Svangaskarði í 1996, tá ið Hierro skoraði eitt av málinum í spanska 6-2 sigrinum.

Fyrsti dysturin hjá Spania i HM-endaspælinum verður fríggjadagin í móti Portugal.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her