Spenningurin er burtur

Nú snýr tað seg bara um, hvussu sannførandi sigrarnir hjá Rádna úr Fuglafirði eru

Tað gekk akkurát soleiðis í dag, sum tað hevur gjørt undanfarnu tríggjar ferðirnar, tá ið kvinnurnar kappaðust í 6-mannaførum.

Rádni úr Fuglafirði stakk seg beinanvegin framum, og so var tað endurtøka av undanfarnu ferðunum.

 

Sølmundur av Glyvrum spenti eftir teimum úr Fuglafirði. Eina løtu var munurin ein hálv bátslongd, men so dragnaði meiri enn tað, so var leyst ímillum tveir teir fremstu bátarnar, og tá ið bátarnir fóru um málið var fjarstøðan millum tveir teir fremstu meiri enn seks sekund, sum svarar til meiri enn tvær bátslongdir.

Páll Fangi vann bronsuplássið. Tær úr Klaksvík vóru níggju sekund aftanfyri Sølmund og knappliga seks sekund frammanfyri Jarnbard.

 

1 Rádni 05.17.02

2 Sølmundur 05.23.08

3 Páll Fangi 05.32.10

4 Jarnbardur 05.38.01

5 Fortuna 05.40.11

6 Skúgvur 05.44.18