Leita á in.fo

Tróndur Arge 19.05.2017 (09:19)

SportBoxin: Hvar er føroyskur fótbóltur á veg?

Í Sportboxini, sum verður á Rás2 í dag frá klokkan 10 til 12, verður tosað um millum annað føroyskan fótbólt handan leiktjøldini, tipping fyri 9. umfar í Effo-deildini, um tennis í Føroyum, FM finaluna í kurvabólti og útisetarnar, sum skulu á vøllin um vikuskiftið.

 

Hoyr Rás2 beinleiðis við at trýsta HER

 

Gestur í Fótbóltspanelinum, sum er seinni tímin av Sportboxini, er Sonni L. Petersen. Hann er fyrrverandi formaður í NSÍ og hevur síðani skrivað fleiri bloggar um viðurskifti í føroyskum fótbólti. Hann er eisini eigari av einum gullskógvi frá tíðini sum áleypari í EB/Streymi. Sonni L. Petersen kemur eisini at tippa 9. umfar í Effo-deildini, sum verður um vikuskiftið.

 

Í fyrra tímanum kemur Martin Nolsøe Simonsen á vitjan. Hann umboðar tennis í Føroyum. Ein ítróttargrein, sum hevur torførar umstøður. Eitt er veðrið og eitt annað eru tennisvøllirnir, sum ikki eru so nógvir í tali. Eisini verður samrøða við Bjarna Zachariasen, sum spælir kurvabólt við Ravni av Toftum. Um vikuskiftið verður FM finalan í kurvabólti. Hetta er bara aðru ferð, FM verður í kurvabólti.

 

Í partinum “Úr savninum” verður leitað aftur á fantastiska bragdið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, tá tær fyri kortum vunnu seg víðari til HM 2019 undankappingina.

 

Í sms-kappingini burturlutar Sportboxin tvær søguligar U17 landsliðstroyggur. Tað eru serliga merktar og tí ikki til at fáa fatur á aftur nakrantíð. Hvussu eitur italski venjarin hjá Chelsea, sum júst hevur vunnið Premier League. Send rætta svarið inn á 559999, og tú ert við í lutakastinum um U17 landsliðstroyggjurnar.

 

Tú kanst annars luttaka í sendingini við at senda viðmerkingar ella spurningar inn á 559999.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her