Sterkt avrik av Halli Hansson

Føroyski landsliðsspælarin stóð sterkur í myndini hjá AC Horsens í dag

Eftir góða sigurin á FCK í Parkini í fyrsta umfari í Superliguni, var lagt upp til at AC Horsens kundi leggja afturat góðu byrjanini á heimavølli móti Randers FC í dag.

 

Hallur Hansson byrjaði inni á framrættaða miðvøllinum, har hann átti stóran lut í flestu álopunum hjá AC Horsens, sum eisini hevði munin leikliga. Føroyski landsliðsspælarin tyksit verða blivin lyklaspælari, tá teir gulu úr Horsens skulu skapa nakað úr opnum spæli.

 

Hóast AC Horsens og Hallur Hansson høvdu munin, so var tað Randers FC, ið legði seg á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki helt føroyski miðvallarin fram við at hótta við bóltinum, og kom í onkrar góðar støður, men var millum annað ikki til reiðar, tá bólturin endaði hjá honum eftir hornaspark.

 

Randers FC spældi hart og drálaði óført, tá tíðin byrjaði at ganga undan. AC Horsens fekk tó eitt uppiborið stig, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ein spælari hjá AC Horsens bleiv feldur í brotsteiginum fýra minuttir fyri tíð. Mathias Kristensen umsetti til mál.

 

Sum heild mundi Hallur Hansson verða millum sjónligastu spælararnar á vøllinum. Hann tykist væl fyri og djarvur á bóltinum. Í løtum høvdu spælararnir hjá Randers FC stórar trupulleikar við at fáa bóltin frá honum. Hann spældi seinasta partin av dystinum á vinstra vongi.

 

AC Horsens hevur nú fýra stig fyri tveir dystir. Seinni í dag skal Viljormur Davidsen og Vejle BK spæla á útivølli móti Brøndby IF.