Steypadystur verður á middegi

Fyrsta bríksl millum Royn og B68 verður mikudagin klokkan 13


Tað er neyvan komið fyri áður, men soleiðis verður tað mikudagin.

Fyrsta bríksl í dysti í kappingini um løgmanssteypið verður vanligan yrkadag klokkan 13.

Soleiðis verður tað, tá ið Royn, sum við 2-1 sigri ímóti Hoyvík vann seg í annað umfar, fær vitjan av B68.

Stephan Petursson verður fyrrapartin mikudagin saman við toftamonnum umborð á Smyrli, tá ið hann fer av Havnini. Stephan er settur at vera dómari við Stórá, har hann fer at bríksla fyrstu ferð klokkan 13.00.

B68 spælir í 1. deild, og Royn spælir í 3. deild.