Steypafinaluupptakt: Sonni Larsen og Julian Johansen

(Rás2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sonni Larsen, venjara hjá H71 og Julian Johansen, venjara hjá Kyndli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr steypafinalu-upptaktssamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við umboð fyri mansliðini hjá H71 og Kyndli.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Teitur Joensen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Sonni Larsen er ikki samdur við Juliani Johansen, sum longu sunnudagin útnevndi H71 til at verða risafavoritt til dystin í morgin. Sonni minnir Julian á, at Kyndil vann við 13 málum á H71 fyrst í árinum.

 

Julian Johansen kann fegnast um at hava fingið ein breiðari hóp, men hann undirstrikar, at tað verður framvegis torført, men ikki ógjørligt hjá Kyndli at vinna steypafinaluna.