Steypakapping kvinnur: Stroyma B36-HB

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða í dag

Í dag verða fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Í Gundadali spæla B36 og HB, meðan favorittarnir í steypakappingini, EB/Streymur og KÍ, spæla í hinari hálvfinaluni.

 

Fótbótlssambandið og B36 fara í samstarvi at stroyma frá fyrru hálvfinaluni í Gundadali millum B36 og HB. Dysturin byrjar klokkan 12.15. Dysturin millum EB/Streym og KÍ verður spældur á Skála og bryjar klokkan 12.30.

 

Tl ber at síggja dystin millum B36 og HB við at trýsta á leikjuna niðanfyri:

 

Beinleiðis stroyming: B36-HB