Steypakapping: Nógvur hondbóltur um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður 1. umfar í bólkaspælinum í Faxe-Kondi steypakappingini hjá monnum spæld.

 

Í bólki 1 tekur H71 móti Neistanum. Meðan KÍF tekur móti næst besta liðum hjá H71, ið vann síðsta plássið í kappingini, tá teir fyri einum mánaði síðani vunnu 28-26 á næst besta liðum hjá VÍF.

 

Í bólki 2 spæla Kyndil og StÍF í Havn, og í Vestmanna spæla VÍF og Team Klaksvík.

 

Kvinnuhondbóltur verður eisini um vikuskiftið. Bert tveir dystir verða spældir.

 

Í bólki 1 tekur VÍF móti StÍF í Vestmanna.

 

Í bólki 2 var 1. umfar spælt mikukvøldið. Kyndil tók móti Stjørnuni í Havn, Kyndil vann dystin 28-25. Kvinnurnar hjá H71, ið vanliga spæla í 1. deild, taptu 28-20 móti VB.

 

um vikuskiftið verður ein dystur spældur í 2. umfarið. Tá spæla Kyndil og VB í Havn.

 

Yvirlit yvir dystirnar um vikuskiftið:

 

Leygardagin 21.01.2017 klokkan 19.00 H71 – Neistin (menn bólkur 1)

Sunnudagin 22.01.2017 klokkan 14.30 VÍF – StÍF (kvinnur bólkur 1)

Sunnudagin 22.01.2017 klokkan 14.30 Kyndil – VB (kvinnur bólkur 2)

Sunnudagin 22.01.2017 klokkan 16.00 Kyndil – StÍF (menn bólkur 2)

Sunnudagin 22.01.2017 klokkan 16.00 VÍF – Team Klaksvík (menn bólkur 2)

Sunnudagin 22.01.2017 klokkan 19.00 KÍF – H71 2 (menn bólkur 1)

 

Rás2 fer at siga frá tveimum dystum um vikuskiftið. Í morgin, leygardagin, sigur Rás2 frá dystinum millum H71 og Neistan, og sunnudagin millum Kyndil og StÍF.