Jákup Vatnhamar Olsen, sum fekk heiðurin at taka móti FM steypinum, hevur longt sáttmálan við tveimum árum.
20 ára gamli vongurin, sum eisini hevur spælt á bakkinum, hevur vunnið sær størri og størri leiklut á liðnum hjá Víkingi seinnu árini. Í fjør spældi hann 18 dystir fyri FM vinnandi Víkingaliðið.
Norðlýsið skirvaði í gjár, at Víkingur er í samráðinum við Fróða Benjaminsen. Nakað sum spælararnir fingu at vita til ársins fyrstu venjing. Eisini er ivasamt um Heðin Hansen heldur fram í felagnum. Hann ynskir sum skilst at sleppa til HB, men hevur sáttmála fyri komandi ár.