Steypasigur til kyndilskvinnur

Kyndilskvinnur vóru væl betur í steypafinaluni ímóti neistakvinnum

Lagt var upp til ein spennandi og intensan dyst, tá ið ársins steypafinalistar í Faxe Kondi-kappingini hjá kvinnum, Neistin og Kyndil, brustu saman í finaludysti. Heilt spennandi bleiv dysturin tó ongantíð, tí kyndilskvinnur høvdu munin so at siga allan dystin og vunnu at enda trygt - 26-21.

 

Kyndil legði út sum eitt ódnarveður og stoypti grundina til sín sigur. Skjótt kom Kyndil á odda bæði 4-1 og 8-5, men tó eydnaðist neistakvinnum at svara aftur og javna til 9-9, tá ið fyrri hálvleikur var meira enn hálvrunnin. Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki tóku kyndilskvinnur aftur dik á seg og fór til hálvleiks á odda 14-12.

 

Í seinna hálvleiki var munurin ímillum liðini hin sami. Í fleiri førum høvdu neistakvinnur tó møguleikan at minka munin niður í so lítið sum eitt mál, men hvørjaferð, tá ið Neistin hevði besta møguleikan at koma við í dystin aftur, var Maja Dragoljubovic í kyndilsmálinum klár við týdningarmiklum bjargingum. Fimm minuttir fyri leiklok var støðan 23-21 til Kyndil, men eftir hetta fekk brendu neistakvinnur enn meir og skoraðu onki mál afturat. Hetta gagnnýttu kyndilskvinnur til at enda at vinna tryggan sigur áljóðandi 26-21.

 

Sostatt er Kyndil steypavinnari hjá kvinnum. Hetta er fyrstu ferð síðani 2014, at kyndilskvinnur vinna steypakappingina. Tá vunnu tær eisini ímóti neistakvinnum.

 

Málskjúttarnir frá steypafinaluni síggjast niðanfyri:

 

Neistin-Kyndil 21-26 (12-4)

 

Neistin: Marjun Danberg 9, Birita Ingolfsdóttir 5, Eir Berg 3, Brynja Høj 2, Lilja Mohr 1 og Ása Dam á Neystabø 1.

 

Kyndil: Anna Brimnes 8, Turið Arge Samuelsen 6, Bára Krossteig Hansen 3, Súna Krossteig Hansen 4, Bjarta Johansen 3 og Guðrið Geirsdóttir Eystberg 2.