Leita á in.fo

Stjørnuleikarin á myndini, Jansy Jacobsen, skoraði átta av málunum hjá Stjørnuni í kvøld (Savnsmynd)

Neli Heldarskarð 16.02.2017 (22:17)

Stjørnan lyfti seg av aftasta plássi

Tað stundar til stóra steypafinaluvikuskiftið, sum verður í høllini á Hálsi seinni í hesari vikuni. Steðgur hevur verið í landskappingini seinastu tíðina orsakað av steypakappingini, men í kvøld er fyrsti dysturin í Hvonndeildini í ein mánaða blivin spældur. 

 

Talan var um botndyst ímillum tvey tey aftastu liðini hjá kvinnunum, Stjørnuna og StÍF, ið undan dystinum bæði høvdu fýra stig. Stjørnan var aftara liðið vegna verri málúrtøku, men soleiðis er ikki eftir kvøldsins dyst.

 

Dysturin varð spældur í KÍ-høllini, og tað vóru heimakvinnurnar úr Stjørnuni, sum dróðu longra stráðið. Eftir javnan fyrra hálvleik, ið Stjørnan vann 13-12, tóku klaksvíkingar dik á seg í seinna hálvleiki og vunnu at enda tryggan sigur áljóðandi 27-21.

 

Hjá Stjørnuni vóru tað tvær av teimum ungu, Jansy Jacobsen og Tóra Eliasen, sum skaraðu framúr við at skora átta mál í part. Toppskjútti hjá StÍF og í øllum dystinum bleiv Birna Tummasardóttir, ið skoraði heili 10 mál.

 

Úrslitið merkir, at Stjørnan nú hevur seks stig á fimta og næstaftasta plássi, meðan StÍF nú er einsamalt á sætta og aftasta plássi.

 

Málskjúttarnir frá dystinum síggjast niðanfyri:

 

Stjørnan-StÍF 27-21 (13-12)

 

Stjørnan: Jansy Jacobsen 8, Tóra Eliasen 8, Judith Dam Jacobsen 5, Mina Sirdal 2, Sonja Lava Sirdal 2, Jórun B. Nielsen 1 og Ella Petersen 1.

 

StÍF: Birna Tummasardóttir 10, Ninna K. Johansen 6, Poula D. Berg 2, Sunfríð B. Johansen 2 og Durita Hummeland 1.