Leita á in.fo

Sjúrður Hildarson Hoydal 13.09.2018 (20:14)

Stjørnan skal fylla eitt stórt pláss

Sigursvanda felagið, Stjørnan, er í løtuni nakað frá bestu kappingarárunum. Stjørnan endaði í fjør á fimta plássi, og málið er fyrst og fremst at at fáa fleiri stig enn tey 20 frá seinasta kappingarárið.


Hetta kann tó tykjast trupult, tí stóri profilurin, Jansy Jacobsen er vorðin upp á vegin, og hóast hetta er gleðiligt, verður tað ein missur á vøllinum fyri Stjørnuna.

Harafturat hava Judith Dam-Jacobsen og Mina Naomi Lava Sirdal trupult við at venja, orsakað av at tær mugu seta tíð av til lesna.

Annars er hópurin tann sami sum í fjør umframt at Turið Laksá er løgd afturat.


Tað verður ein stór uppgáva at verða Jansy Jacobsen fyriuttan, sigur Per Klarup, venjari hjá Stjørnuni.

Tað verður avgerandi fyri kappingarárið, hvussu Stjørnan fær fylt risastóra plássið, ið profilurin hevði á liðnum, greiðir venjarin frá og heldur fram:


- Harnæst verður tað sera avgerandi at liðið hevur alt fólk tøkt til dystirnar og at liðið sleppir undan skaðum, sigur Per Klarup, ið gleðir seg til kappingarárið.


- Vit lýta fram á eitt kappingarár við nógvum torførum dystum, og vónandi eitt javnt kappingarár, við stórum stríði og góðum hondbóltsspæli frá øllum liðum. Eisini vóna vit at fáa stóran stuðul frá áskoðarunum, sigur Per Klarup at enda.


Stjørnan spælir fyrsta dystin í SMS-kappingini móti Neistanum leygardagin klokkan 16.00 í Høllini á Hálsi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her