Leita á in.fo

Jóannes Hansen 15.04.2018 (11:12)

Stóra botnslagið verður við Stórá

Stigatalvan sigur, at talan verður um uppgerð fyri at førka seg úr botninum, tá ið Suðringar seinnapartin fáa vitjan av AB.

Eftir javnleikir í tveimum teimum fyrstu umførunum hava argjamenn drigið svart, og eftir sigur í Vágum í øðrum umfari hava Suðringar drigið svart. Í tveimum heimadystum við Stórá er tað ikki eydnast at fáa bóltin í málið hjá mótstøðuliðnum – 0-4 ímóti NSÍ og 0-1 ímóti KÍ.

Síðani 2-1 sigurin í Sørvági hava Suðringar ikki skorað mál. Harvið hava teir verið á vøllinum í 270 minuttir, síðani Stegan Radosavljevic í 95. minutti og við brotssparki skoraði sigursmálið ímóti 07 Vestur.

 Bæði ímóti KÍ og serliga hóskvøldið í Gundadali ímóti B36 vóru marginalirnir ikki við Suðringum.

-Sum á Skála so spældu vit okkum til møguleikar ímóti B36, men vit tóku ikki av. Hugburðurin var framúr, og vit vóru vónsviknir, men nú fokusera vit uppá, at vit hava viljan og hugburðin at stríðast fyri liðið, og tað fara vit at gera ídag. Um vit avrika, sum vit hava gjørt undanfarnu ferðirnar, so eiga vit at hava góðan møguleika ímóti AB, sigur Stefan Radosavljevic hjá Suðringum.

Ímóti B36 var Teitur Mortensen fremsti maður í fyrra hálvleiki, meðan Búi Egilsson loysti av beinanvegin eftir steðgin.

 

Argjamenn góvu hóskvøldið meistarunum í Víkingi skarpan gang. AB legði seg framum, men tað endaði við 2-1 tapi.

-Vit iðraðu okkum um tapið hóskvøldið, tí vit høvdu møguleikar at vinna í hvussu so er eitt stig. Nú hava vit sodnað vónbrotið, sum tað var at tapa ímóti Víkingi, og nú fokusera vit á avbjóðingina ídag. Vit vóna, at tað í dag fer at eydnast at vísa sama ágrýtnið og beinleiðis spælið, sigur Jobin Drangatein hjá AB.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her