Leita á in.fo

Pætur Albinus 12.10.2017 (18:35)

Strachan gevst í Skottlandi

Tey ymisku landsliðini eru farin at eftirmeta HM-undankappingina, sum júst er liðug, og hetta hevur nú kostað skotska landsliðsvenjaranum starvið. Tað upplýsir skotska fótbóltssambandið í dag.


Tað er Gordon Strachan, sum er farin úr starvinum. Sambært skotska fótbóltssambandinum, so vóru báðir partar samdir um, at tað var best at enda samstarvið. Eisini hjálparvenjarin, Mark McGhee, er loystur úr starvi.


60 ára gamli Gordon Strachan, sum sjálvur spældi 50 landsdystir fyri Skottland tíðarskeiðið 1980 til 1992, hevur verið landsliðsvenjari síðani 2013. Tað hevur ikki eydnast honum at fingið Skottland við til nakað endaspæl.


Skottland endaði nummar trý í HM-undankappingini, sum júst er liðug. Tað er framvegis ikki greitt hvør verður nýggjur skotskur landsliðsvenjari.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her