Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 15.07.2017 (16:29)

Sundabáturin vann aftur

Sundabáturin vann róðurin hjá 6-mannaførum við monnum í Miðvági í dag.

Sundabáturin helt seg framman fyri Hvessing inn móti málinum og var á málinum góð 2 sekund frammanfyri.

Við sigrinum tekur Sundabáturin seg tvey stig fram um Hvessing á stigatalvuni áðrenn seinasta róðurin á ólavsøku um tvær vikur.

6-mannafør, menn - úrslitið
1. Sundabáturin 4:47:04
2. Hvessingur 32 stig 4:49:12
3. Hósvíkingur 23 stig (1G) 5:00:09
4. Lómur
5. Jarnbardur

 

6-mannafør, menn – støðan
1. Sundabáturin 40 stig
2. Hvessingur 38 stig
3. Hósvíkingur 28 stig (1G)
4. Lómur 20 stig
5. Fortuna 14 stig
6. Jarnbardur 13 stig