Leita á in.fo

Tróndur Arge 07.11.2018 (17:17)

Súni Olsen heldur fram í B36

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt eina tvey ára avtalu við Súna Olsen, sum skal halda fram við at venja kvinnurnar hjá B36 í 2019 og í 2020.

 

Fyrrverandi landsliðsspælarin á manslandsliðnum, hevur í ár verið venjari hjá besta liðnum hjá kvinnum hjá B36. Undan hesum var hann venjari hjá besta mansliðnum hjá B68.

 

Hóast úrslitini ikki hava verið tey bestu í ár, so skal tað síggjast í einum størri samanhangi, har arbeitt verður miðvíst við at menna spælararnar. Her skrivar felagið, at arbeiðssetningurin fyri 2018 var, at spælararnir skuldu mennast, meðan úrslitini í U15 og U18 skuldu blíva betri. 

 

- Tað gjørdist til tveir sigrar og tveir javnleikir hjá Betri-kvinnum, meðan U15 og U18 gjørdust steypavinnarar, og fingu heiðursmerkir í landskappingini, skrivar B36.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her