Sveis: Vit undirmeta tykkum ikki

Tað sigur Valon Behrami, meðan Stephan Lichtsteiner vónar at áleypararnir skora hesaferð

Til tíðindafundin hjá Sveis í dag vóru Valon Behrami úr enska Watford og Stephan Lichtsteiner úr italska Juventus. Fyrrnevndi tóktist væl fyrireikaður og var sinnaður at seta orð á føroyska liðið, men seinnnevndi var heldur turrisligur í aftursvarinum.

 

Valon Behrami helt fyri, at spælið hjá Sveis ikki verður broytt so nógv í mun til dystin í novembur í fjør, tá Sveis vann 2-0 á Føroyum í Lucern.

 

- Vit hava okkara máta at spæla uppá. Tað verður eitt sindur øðrvísi í morgin, tí undirlagið er øðrvísi, men vit royna altíð at spæla líka. Halda upp á bóltin og hava tol. Tað verður eisini týdningarmikið, at vísa kvalitet frammanfyri málið, sigur Valon Behrami.

 

Hann var eisini við í dystinum í novembur í fjør, tá Sveis vann 2-0. Hann heldur fyri, at føroyska liðið er avbera væl skipað.

 

- Eg síggi at venjarin hevur arbeitt væl við liðnum. Tit eru væl skipaðir í verjustøðu, men eisini vandamikilir upp á serliga deyðbóltar. Tí skulu vit ansa eftir ikki at gera fríspørk í vandamiklum støðum. Føroyar hava ment seg nógv seinnu árini og vit vilja als ikki undirmeta tykkum, sigur Valon Behrami.

 

Liðskipari á sveisiska liðnum er Stephan Lichtsteiner úr Juventus. Høgri bakkurin er ikki kendur sum tann stóri málslúkurin, men hann skoraði seinna málið í 2-0 sigrinum í Lucern. Spurdur um kvotan er uppi móti Føroyum, svarar hann turrisliga:

 

- Nú mugu vit bara vóna, at áleypararnir skora, so sleppi eg frá at koma framvið, sigur Stephan Lichtsteiner.

 

Hann leggur afturat, at hóast hann er vanur við at spæla stórar dystir, so hevur hann ikki trupulleikar við at seta seg upp til dystin móti Føroyum, tí málið er at koma til HM endaspælið. Føroyar spæla móti Sveis á Tórsvølli í morgin klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt verður í SportBoxini á Rás2, sum er frá 10 til 12.