Svenskari takkar Mourinho

Victor Lindelof, sum fyrsta partin av kappingarárinum var fyri stórum atfinningum, hevur seinastu dystirnar fótað sær í Manchester United

Ósikkur. Feilkeyp. Ikki góður nokk. Tað var tað tey flestu hildu um svenska verjuleikaran, Victor Lindelof, fyrstu mánaðirnar av nýggja kappingarárinum hjá Manchester United, tá tað gekk heldur striltið hjá svenska leikaranum.

 

Men seinastu dystirnar hevur Victor Lindelof av álvara fótað sær í enska stórfelagnum. Tríggjar teir seinastu dystirnar hevur Victor Lindelof fingið fulla spælitíð og verið millum bestu leikararnar hjá Manchester United, har felagið hevur vunnið allar tríggjar dystirnar.

 

Við heimasíðuna hjá Manchester United, sigur Victor Lindelof, at tað eru fleiri orsøkir til, at tað nú gongst betri hjá honum, enn fyrstu tíðina.

 

-       Tá tú kemur til eitt nýtt felag, er fyrsta tiðin altíð ein tilvenjing. Tað hevur tað eisini verið hjá mær, og eg má siga, at deildin í Onglandi er nógv harðari enn tann portugisiska deildin. Eisini eru tað nógv fleiri eygu á mær her í Manchester United - sum er eitt av heimsins størstu feløgum, í mun til í Benfica áðrenn, sigur Victor Lindelof.

 

Væntanirnar til Victor Lindelof, sum í summar var dýrasti verjuleikari, sum Manchester United nakrantíð hevði keypt, vóru sjálvsagt høgar, tá svenski verjuleikarin var kunngjørdur í felagnum. Victor Lindelof sigur víðari við heimasíðuna hjá Manchester United, at José Mourinho, hevur duga væl at hjálpt honum við at takkla trýstið.

 

-       Eg tosi nógv við venjaran, José Mourinho. Hann hevur hjálpt mær nógv, og verið góður fyri meg. Og bæði hann, og hinir venjararnir rundanum liði, læri eg nógv av alla tíðina, sigur Victor Lindelof við heimasíðuna hjá Manchester United.

 

Victor Lindelof væntast at byrja inni aftur í kvøld, tá Manchester United tekur ímóti CSKA Moskva í Champions League kappingini. Tann dysturin byrjar klokkan 19:45.