Sverri vann DM og setti met

Sverri Sandberg Nielsen hevur í dag vunnið DM í inniróðri triða árið á rað. Hann hevur samstundis sett nýtt danskt met tríggjar ferðir upp í slag, skrivar jn.fo. 

 

Les eisini: Hesi rógva fyri Føroyar

 

Sverri Sandberg Nielsen segði við jn.fo fyrr í vikuni, at hann ætlaði sær at fara eftir danska metinum. Tíðin hjá føroyska rógvaranum var 5:49.20. Talan er um 2.000 metra innandurarógving.

 

Fleiri føroyskir rógvarar vóru við í kappingini. Millum annað vunnu føroysku rógvarnir tvey gull heiðursmerki. Unnur Wenningsted á Torgarði og Lea Johansen vunnu sínar róðrar, meðan Nikob Helgadóttir í Gong og Kristianna Skarpheðinsdóttir komu heim við silvurheiðursmerki.

 

Tað eydnaðist eisini Jannik Dalfoss at vinna bronsu, meðan Brandur Kjøldbro bleiv akkurát ov stuttur til heiðursmerki í sínum bólki.