Svimjararnir tevja meiri gull

Tilmeldingartíðirnar benda á, at møguleiki er fyri, at tað kann leggjast aftrat í gullkrónum

Í morgun verður farið undir triðja dagin í svimjingini á oyggjaleikunum í Gotlandi.

Tveir teir fyrstu dagarnir royndust ógvuliga væl. Føroyar vunnu fýra gull í svimjingini mánakvøldið og fýra gull í svimjingini týskvøldið umframt fleiri aðrar heiðurskrónur.

 

Sambært svimjing.com siga tilmeldingartíðirnar, at møguleiki eigur at vera fyri onkrari gullkrónu aftrat ídag.

 

Tíggju kappingar eru á skránni, og føroyskir svimjarar eiga bestu tilmeldingartíðirnar í trimum – Vár E. Eidesgaard í 400 metra frí, Alvi Hjelm í 200 metra rygg og Vár E. Eidesgaard í 50 metra frí.

 

Innleiðandi kappingarnar eru fyrrapartin, og finaurnar vera frá klokkan 17.

 

Á svimjing.com verður soleiðis skrivað:

Hetta er vanliga ein harður dagur hjá okkum føroyingum, har hinar oyggjarnar plaga at hála inn á okkum í heiðursmerkjastríðnum. Men okkurt sikkurt heiðursmerki burdi verið, til dømis í 400 frí og í 200 rygg hjá kvinnum.

Skrá, føroysk luttøka og #styrkismeting

·        K23 – 100 blandað menn – Róland Toftum #2, Alvi Hjelm #3

·        K24 – 400 frí kvinnur – Vár E. Eidesgaard #1, Sára R. Nysted #2

·        K25 – 200 rygg menn – Alvi Hjelm #1

·        K26 – 100 bringa kvinnur – Ásbjørg Hjelm #2, Beinta P. Debes #5

·        K27 – 100 frí menn – Óli Mortensen #4

·        K28 – 50 frí kvinnur – Vár E. Eidesgaard #1

·        K29 – 50 firvald menn – Róland Toftum #5

·        K30 – 200 rygg kvinnur – Signhild D. Joensen #1

·        K31 – 4×100 blandað menn – Føroyar*

·        K32 – 4×100 frí kvinnur – Føroyar*

*Eingin styrkismeting í liðsvimjing, m.a. tí at Jersey ikki hevur tilm.tíðir her